Vinna

Bjargingarrættur fyri Kringvarpið

Fyri nøkrum árum síðani hevði eg eina grein inni á J. Nielsens portali, har eg vísti á tann skeivleika, hvat viðvíkti fiskaríi á teimum innaru leiðunum, har havgangandi bátar liggja og seta línu heilt innat klettinum.

2024-01-05 15:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ja so tætt, at tú ert noyddur at fara útum at vita, um teir hava siglt á land, summir hava ljós tendraði og summir kolamyrkir. Men tá sær man, at menn ganga aftur og fram lummalykt, ímeðan sett verður lína. Tá línan verður drigin annaftur, sært tú bara okkurt hendinga ljósglimt, og so myrkt aftur, ímeðan summir bátar ikki krógva sínar misgerðir, men liggja við fullum ljósum og draga sína línu.

Lesarin vil helst at hava at vita, hvar hendan ránsveiðan gongur fyri seg. Hvar hendan rovriftin, sum er í ferð við at totalt at taka grundarlagið undan tí føroyska toskastovninum, gongur fyri seg.

Soleiðis hava bátar í nógv nógv ár sett línu innanfyri Koltur og norður í Vestmannasund, frá Lambatanga, út fyri Syðradali og Norðadali. Um allar leiðir suðuri á Dølum, suður móti Koltri, aftur norður um Dalsnípu og norður við Streymoyarlandinum, inná Skælingsbarm, innum vitan á Leynanesi og aftur norður í Vestmannasund.

Og soleiðis liggja teir í myrkrinum, og ringja línuna niður tvørtur um allan grunnin frá Navinum og eystur á Skælingsnes, so vestur á Dal og aftur eystur yviraftur. Tá so nógv lína verður sett, verður eingin fiskur at fáa hjá einum manni, sum fer at fáa sær at kóka, ja ella hann ætlar at fáa sær fisk til at hanga upp á træið, men har er bara eingin fiskur at fáa, tí línan hevur vola allan smáfiskin inni við land.

Í tí fyrra skrivinum, ið eg lat av hondum, var tad Jacob Vestergaard fiskimálaráðharri. Hann gjørdi so einki við tann trupulleikan. Nakað seinni kom Jóhan Dahl til sum fiskimálaráðharri. Hann friðaði nakað av økinum á teimum innaru leiðunum fyri línu, men tað vardi bara stutt.

So hendi okkurt í tí politiska skiftinum, tí tá kom Jákup Mikkelsen til sum fiskimálaráðharri. Tað fyrsta hann gjørdi, var at avtaka friðingarnar alt fyri eitt, tí tað var so nógvur fiskur á tí innaru leiðini. Ja so nógvur, at fiskurin svam líka innat Kósabrúnni. Jú, sjálvandi máttu menninir fáa loyvi til at taka fiskin, sum svam so nær landi.

Tann 03/11-23 var eg sjálvur annar og vitaði, um vit kundu fáa nakrar fuglar. Lógu ímillum Trælanípuna um 3 til 6 fjórðingar úr landi. Tá dagurin fór at halla, fóru vit at sigla til lands. Tá vit nærkaðust Koltri, síggja vit eitt stórt fartoy.  Eg hugsaði við mær sjálvum, hvat hetta skipið mundi havast við. Tá vit koma nærri, tá síggja vit, at hann setur línu inni á smábátaleið, suður við Koltri og so ímóti Hestoynni, og síðani í Trøllhøvda og haðani í ein vestan. Hesin báturin dregur kanska eina 150.000 húkar um dagin.

Eg sá so dagin eftir, hvat skipið hevði fingið. Tað var ikki nakar ringur túrur uppá eitt døgn. Eg meini tað, inni á smábátaleið.

Um vit taka hendan bátin sum eina fyrimynd, so verða tað húkar sum teir draga 500-700.000 um vikuna. Taka vit so hinar bátarnar afturat, so verða tað milliónir av húkum, sum verða drignir um vikuna. Alt inni á smábátaleið. Eg meini tað – óførir menn.

Tann 07/11-23. Eg og bátsfelagi mín høvdu gjørt av, at vit skuldu fara suður á Dalarnar, ið er útfyri Norðadal og Syðradal, tí nú var góð tíð at fáa nógvan fisk. Bestur streymur og veðrið var av tí fagrasta, ein góður heystardagur – alt var tilvildar. Vit fóru tíðliga frá húsum, tí at vit vildu vera har suðuri, áðrenn tað fór at venda.

Jú spentir vóru vit. Lógu so har øll kyrrindi, líka til tað fór at reka ov hart. Vi vóru so sera, sera vónsviknir. Einans seytjan fiskar bleiv talið.

Hendan leiðin, sum vit vóru á, meti eg, at vera ein tann besta innafyri Koltur. Hvørji vóru nú ráðini at taka til. Jú, tað vóru bæði miðir og plinkar, so á onkrum fór tað at bragda. Jú, vit fóru at kasta, heinta og fíla, men tað segði alt tað sama. Vit vóru á 8 miðum og plinkum,vit blóðgaðu hann ikki.

Hetta eru mið og plinkar, sum um okkara leiðir verða hildin at vera av allarbestu fiskimiðum hesa árstíðina. Men har livir ikki fiskur. Orsøkin til hetta fiskaloysi kenni eg.

Ein annar bátur var eisini á floti. Eg tosaði við mannin, og hann hevði eisini roynt. Tá hann fór til hús, var bert ein fiskur í bátinum.

Eg meini tað – aja, aja skilið er ringt!

So nú fari eg at leggja á annan bógv.

Er tað eingin í tí politisku skipanini á Føroya Løgtingi, sum sær hendan galskapin, sum gongur fyri seg á teimum innaru leiðunum? Hetta er tann grovasta rovdriftin, sum er til her á Føroya landi, síðani tann fyrsti kjølurin varð strektur til eitt fýramannafar í fyrru helvt av 1600 talinum.

Tann tíðin var, tá teir ensku trolararnir vóru so sera naskir inni á Grunnunum hjá okkum. Tá vóru harðar røddir at fáa hesar lúsakjálkarnar út frá landi, tí teir tóku allan fiskin frá okkum, matin úr munni okkara. Okkara fiskivirði varð tikið frá okkum. Hetta kundi ikki halda áfram. Hesir ránsmenninir skuldu vekk, teir skuldu fara út frá landi.

Tá so fiskimarkið kom út á tólv fjórðingar, fettu menn sær á, ja nú vóru grunnarnir á føroyskum hondum, og nú skuldi tað verjast. Nú skuldi fiskastovnar fáa høvdið fyri seg aftur, ja nú skuldi vera yvirflóð a fiski.

Tað blivu nøkur góð ár hjá teimum, ið royndu við línu og snellu. Tá varð línan sett útum landoddarnar. Teir við snellu fingu nú eisini nøkur góð ár.

Tað var ikki gott, tá teir ensku trolararnir vóru her undir Føroyum. Men hvar gera vit í dag? Vit eru nógv verri, enn teir ensku trolararnir. Tí nú er tað okkara egnu, sum ræna okkara grunnar nógvar ferðir verri, enn teir ensku trolararnir gjørdu. Jú, eg meini tað.

Tað er eitt gamalt orðatak sum sigur, ”at mangt broytist á mansins ævi”, og vit mugu bara ásanna, at so er.

Tað, sum eg havi saknað er, at hvar í Guðs grøna garði er fiskifrøðin? Hvar er tann politiska skipanin, og hvar er fiskimálaráðharrin?

 Tað skal eingin billa mær inn, at tit er óvitandi um hendan galskapin, tí hetta hevur gingið fyri seg í nógv, nógv ár. Tað, sum tit hava at gera, tað er at friða toskin innanfyri eitt ávíst fjórðingatal. Tað kundi verið seks fjóðringar, har ið eingin lína var sett.

Tað ber eisini til at arbeiða skjótt, og taka eina rætta støðu. Tit fiskifrøðingar, tann politiska skipanin og fiskimálaráðharrin. Tit koma at hava eina strævna tíð fyri framman, tí at fyri umleið tveimum mánaðum síðani, hoyrdu vit KVF tey tíðindi at bera, at frá sjálvum ICES, at best var, at eingin toskur varð fiskaður í tvey ár. Eg roknaði við at hoyra okkurt frá hesum høgu harrum, men har var tigandi tøgn.

Tá vit fáa at vita eina so álvarsliga ávaring, eru tekin til, at okkurt er galið hjá tykkum. Vit síggja í  londunum rundan um okkum, hvussu væl teirra fiskistovnar eru fyri. So mikið væl, at tað er har, ið vit fáa kvoturnar frá.

Eg kundi gjørt hesa grein drúgvari, men eg skal enda við hesum orðum: vit skulu sláa tað fast við sjey tumma seymi,, at so leingi hetta fiskaríið heldur fram á innaru leiðunum, byggja vit ongan toskastovn upp!

Vinarliga

Bjarni Dam


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder