Vit skrivaðu í morgun, at Aksel V. Johannesen fór at leggja frá sær sum løgmaður, og tað gjørdi hann klokkan 9, tá ið hann á fundi við Bjørt Samuelsen, sum er løgtingsforkvinna, bað um at blíva loystur úr starvi.
Klokkan 11 byrjaði forfólkarundan, har Bjørt Samuelsen tekur flokkarnar inn ein og ein, eftir floksstødd, og kannar hvønn tey peika á sum samráðingarleiðara.
Portal.fo er í løgtinginum í dag, og Portalurin skrivar, at Beinir og hini forfólkini í teimum stóru flokkunum hava peika á Beinir at blíva samráðingarleiðari.
Teir minnu flokkarnir hava ikki verið inni hjá Bjørt Samuelsen enn, men teir peika helst á Beinir Johannesen eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald