2024-01-25 16:43
Spurningurin er soljóðandi:
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at dagføra inntøkumarkið fyri, nær lestrarstuðul verður inntøkujavnaður?
2. Um ja, nær verður uppskotið lagt fyri tingið?
3. Hvat kostar tað t.d. at hækka inntøkumarkið upp á 25.000 kr.?
Viðmerkingar: Í § 8 a í løgtingslóg um lestrarstuðul er ásett, at studningurin sambært § 7, stk. 1, 2. pkt. verður inntøkujavnaður soleiðis: Fyri hvørjar kr. 1.000, sum mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan í mesta lagi síðstu 12 mánaðirnar fer upp um kr. 20.000, verður mánaðarligi studningurin sambært § 7, stk. 1, 2. pkt. lækkaður við 10%.
Markið á 20.000 kr. kom í gildi í 2012. Síðan tá hevur stórur lønar- og prísvøkstur verið, og tí kann spurningurin reisast, um ikki tíðin er búgvin til, at markið eigur at dagførast, so tað sum lesandi loysir seg at arbeiða sum best møguligt.
Veruleikin er tann, at fleiri lesandi hava tørv á at arbeiða við síðuna av lesnaðinum. Politiska skipanin skipar karmarnar, ið avgera hvussu liviligt tað er at vera lesandi í Føroyum, og fevnir tað eisini um tey, ið arbeiða við síðuna av lesnaðinum.
Fyri at fáa greiðu á, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at broyta hetta, og hvørjir møguligur kostnaðir eru av tí, verða hesir spurningar settir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald