Mentan

Bátasmíð og heimsarvur

Jóan Pauli Joensen: Røða hildin í Steingartúni í Sandavági, sunnudagin 2. juli 2023 í sambandi við at kjølur varð strektur, nú bátur verður smíðaður í summar.

2023-07-03 14:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jóan Pauli Joensen:

Útróðurin var í eldri tíð, sum alt annað, tengdur at  jørðini. Tey, sum jørðina áttu, bøndurnir, høvdu skyldu at halda bát, men samstundis høvdu húsini ella húskini í bygdini rætt til sess á báti og skyldu til at manna bátin bæði til útróðrar og skjúts. Hetta var tó bert galdandi fyri vetrarróðurin ella tíðina frá 1. november til 1 mai. Hetta fungaraði yvirhøvur væl.

Sí myndir her.

Fyrst í 19. øld hendi tað, at fiskivinna so við og við kom at fáa alt størri týdning í samfelagnum, og førdi tað við sær, at eisini aðrir enn bøndurnir fóru at fáa sær bát. Talan var í fyrsta umfarið um smærri bátar sum 4- mannafør og 6-mannafør. Tá dámdi ikki bøndrunum og førdi tað til, at í 1813 kom lóg, ið foraði fyri vøkstri í frælsari fiskivinnu í eitt tíðarskeið. Nógv bendir kortini á, at hetta bátsbandið ikki hevur verið tað sama í øllum bygdum, summastaðni var tað mestsum ókent. Tað stóð kortini á pappírinum við til 1865. Tá var fríhandil komin, útróðurin vaksin og handla vóru farnir at virka  salt- og klippfisk. Tað er í hesi tíðini at brúgvar, pakkhús og fiskastykki byrja at koma.

Lurta her: Heini F. Petersen greiðir frá um bátasmíð í Sandavági

Árabáturin ella róðrarbáturin hevur sín uppruna teimum smáu bátunum, sum tey høvdu í Noreg longu í landnámstíðini, men kom hann at broytast so við og við og laga seg til viðurskiftini, ikki bert í Føroyum sum heild, men eisini til viðurskiftini í teimum einstøku bygdunum.

Lurta her: Dagbjørn: Hugskotið kom tá ið bátasmiðjan bleiv umbygd til summarhús

Størsti báturin var seksæringurin, har seks mans róðu í hvørjum borði, men í Mykinesi høvdu teir ein uppaftur størri bát, sum teir nevndu teinæring. Nógv bendir á, at hesin bátur er rógvin av 10 monnum í hvørjum borði.

Hinar vanligu bátastøddirnar vóru 10-mannafør (13 alin), 8-mannafør (12 alin) og 4 mannafør (10 alin). Tann minsti báturin var tristur ella tríbekkur. Umframt hesar høvdu tey millumpartabátar, ið komu at verða nevnd 7-mannafør og 5-mannafør. Hesi heitini komu seinni mest at verða nýtt um maskinbátar ella innstalleringar, tá teir komu.

8-mannafarið róðu teir mest út við um veturin. Um summarið róðu teir við 4- og 6 mannaførum. 10-mannafar var  í onkrum bygdum nýtt til  útróður, men  fyri tað mesta var tað eins og seksæringurin – og teinæringurin hjá mykinesfólkum,  nýtt til flutning av farmi og fólki.

Tað vóru bátasmiðir, sum smíðaðu bátarnar. Komandi bátasmiðir lærdi at smíða bát við at smíða hjá einum eldri bátasmiði í eina tíð. Tað vóru ávísar bygdir, sum vóru kendar fyri at hava góðar bátasmiðir. Her í Sandavági hava verið góðir bátasmiðir og teimum fer Heini at greiða frá. Bátasmiðirnir kundu smíða bátin í bygdini, har teir búðu, men tað var eins vanligt at teir fóru av bygdini at smíða bát hjá teimum, sum skuldu hava hann.

Roynt var at fáa henda súðubygda bátin so lættan sum gjørligt, tí hann skuldi dragast upp á land og verða lættur at handfara, umframt at verða sjógóðir. “Krøvini vóru stór, hóast farið var lítið, og hevur tíverri ikki altíð eydnast at útfylla tey øll. Bátur skuldi vera lættur undir árini, lættur á lunni, góður undir segli og góður í undangongu. Til brimpláss kravdist tað afturat, at teir vóru vídligir oman um bak, fyri at grípa, tá teir vóru skotnir út - tað var flotaðir - og turrir at liggja inni við brimi, tí var altíð bakskuturin fyri, tá skipa var upp,”  Tað sigur bátasmiðurin Símun Johan Wolles um føroyska bátin.

Árarnar vóru lættar og smidligar, fyri at tað skuldi verða møguligt at rógva langt, uttan at møðast, segl var mest nýtt í undangongu. Umleið 1800 fekk segli eitt nýtt, øðrvísi skap og hentari snið, og tað gamla seglið varð tá avlagt, men yvirhøvur var tað árin, sum var álitið.

Teir gomlu høvdu stóra virðing fyri bátinum, og kom maður fram at báti, ið stóð í gerð, tóku teir soleiðis til orða: Gud gevi hann verður høgdur ella brendur. Teir vildu ikki hava hann at ganga burtur, tí tann vandin var altíð.

*

Av øllum teim snekkjum í Norðhavið bar,

ein tykist mær yndislig føður,

tann bátur nevndur er áttamannafar,

sín svanasong nú hann kvøður

 

syngur skaldið Mikkjal á Ryggi um áttamannafarið í  1913.


Hann føroyingum fylgdi í túsund ár,

væl virdur av lágum og høgum,

við gyltari veiðu um vetur og vár,

hann søkklaðin legði at støðum.

 

Í vanda hann vardi mangt dýrabart lív;

og sigraði hann stormin so strangan,

tá  førdi hann menn heim til smábørn og vív

og mettaði mangan ein svangan.


Hans Andrias Djurhuus, sum var lærari her í Sandavági um sama mundið, sum Mikkjal var lærari í Bø og Gásadali, kundi ikki bara sær fyri at arga Mikkjal á Ryggi eitt sindur og yrkti hann tí eisini ein sang um motorbátarnar.

 

Svartir í erva við hvítari gron

móti stormi teir snýsa,

sigla úr vági, á landinum ýtini miðini vísa,

skera so lættliga streymin,

sum seg fram við strondini skorar;

syftast av aldu á aldu teir fúkandi skjótu motorar.

...

Gamalt er grivið, nýggj tíð er komin

og nýggjari kemur.

Væl kann tað vera, at onkur

so sárt um hitt farna seg gremur.

Minnist tá bátarnir syngjandi aftur av havinum róðu

og eins og brøður, tá veiðin var tilgjørd,

á lunnunum stóðu.

 

Tó lata tað hvíla í friði,

sum alt hevur grøvina funnið

lítið er tapið at rokna, tá túsundfold meiri er vunnið,

veiðin er størri, sleipið er minnið,

meira á borðinum,

nú í teir sigla til miðis við fúkandi skjótum motorum.


Eftir at fríhandilin og væl tað varð vanligt, at menn nú tóku seg saman um bát og býttu vinning og útreiðslur sínámillum.

Bátarnir høvdu tí vanliga somu manning ár um ár. Hvør bátur hevði ein bátsformann. Hesin vakti og boðaði frá, tá ið farið varð. Hann hevði kumpassina undir hond, og avgjørdi, hvar teir skuldu fara at royna, tó vóru eldri menn vanliga tiknir upp á ráð. Hvør av bátsmanningini hevði sínar føstu skyldur, ein hevði vatnkaggan at taka sær av, ein annar seglið og ein annar nøglina og skuldi eisini síggja til at eyskar var i bátinum. Hvør maður hevði snørið og homluband við sær sjálvir. Menninir høvdu fastan sess, bæði meðan teir róðu, og meðan teir hildu snørið, men í hesum seinna førinum var neyðugt at skifta pláss og var siðvenjan her eitt sindur ymisk. Sessurin á lærbekki, hann var lítið umhildin, tí vóru smádreingir ofta settir har. Teir vóru tá nevndir lærhvølpar.

Bátsformaðurin og andøvsmaðurin, viðhvørt sami maður, fingu vanliga størsta og næststørsta fiskin umframt Longa og steinbítur og aðrir sjáldsamir fiskar komu ikki upp í vanliga býtið, tann, sum fekk teir, hann átti teir. Stórur kalvar vórðu tiknir sundur eftir serligum reglum. Ungur drongur, ella onkur, sum var við, og sum ikki hoyrdi upp í bátsmanningina, kom ikki við í býti, men kom at sita í sjálvdrátti.

Annars var veiðan býtt javnt millum bátsmanningina. Ì ávísum bygdum norðanfyri var samveiða, soleiðis at allir bátar, sum høvdu verið á útróðri sama dag, kastaðu fiskin saman og býttu so. Fátøk fólk, sum komu oman, tá bátarnir komu aftur, fingu vanliga nakrar fiskar heim aftur við sær, tað fingu eisini eldri uppilagstar menn.

Sjálvdrátturin, sum seinni kom at verða tað vanliga umborð á sluppunum var grundleggjandi í andsøgn við alt tað, sum føroyingar høvdu verið vanir við frá gamlari tíð. Tað er ein onnur, ikki minni áhugaverd søga, men hon verður ikki søgd í dag.

Fyrr brúktu teir ongul og stein  á veruligum útróðri. Tað var ikki tí teir ikki høvdu smærri húkar, tí tað høvdu teir, tí teir vóru at fáa, men tað var tí at teir vildu hava stóran tosk á ongulin, tí hann fingu teir mest fyri. Teir størstu toskarnir vigaðu sum góð veðurlomb – eini 40 pund.

Fyrr vildu føroyingar einki hava við fremmandar fiskimenn at gera, eins lítið sum við sjórænarar, men tá hetlendingar frá umleið 1850 byrjaðu at fiska undir Føroyum, rann saman millum teir og føroyingar.

Granni okkara í Sørvági Keldu-Jákup visti at siga, at tað vóru hetlendingar, sum høvdu lært sørvingar at seta gággulínu. Gágga at vuliks á hetlendskum, segði Keldu-Jákup eina ferð fyri mær. Rætt hevði hann, havi sjálvur eftirkanna tað.  Hetlendingar keyptu gággurnar til agn frá sørvingum. Tað vóru eisini fleiri føroyingar, sum fingu sær kjans um sumrarnar við hetlendingum. Tað var líka nógv tað, sum gjørdi føroyingar til fiskimenn.

Tað er rætt, at Christian Pløyen skuldi læra føroyingar at brúka línu á útróðri eftir Hetlandsferðina í 1839, men longu  um 1780 settu havnarmenn skrubbulínu. Tað høvdu teir lært av fremmandum sjófólki, sum kom inn á Havnina.

Lína kom ikki at verða dámd av øllum og teir smáu línuhúkarnir fingu skyldina fyri at ungfiskur eisini beit á, og veiðan tí kom at vera meira smáttfallandi. Menn óttaðust fyri, at fiskurin fór at vera oyddur av línuni. Longu tá hugsaðu fólk um burðardygga veiðu og lóg kom, ið gav teimum einstøku kommununum møguleika at seta í gildi reglugerðir fyri, hvørji fiskiamboð skuldu verða brúkt á firðum og sundum í kommununi.

Línufiskiskapur við árabáti mentist kortini. Árabátarnir fingu línubekk og lutir sum línuleypur, línutrog og kikar komu at verða vanligir. Grindakíkur  varð turkaður, blástur upp og tjøraður. Kíkahjarta úr viði við holi í bæði til at blása í og hol til at binda enda í. Eisini vóru  grindavælindi og  kálvar og frensar flettir í bjølg brúktir til kík. Ein fittur frensakíkar er á Tjóðsavninum.

Línan kom serliga at fáa stóran týdning norðanfyri og vestanfyri, eitt nú verður sagt úr Mykinesi í 1892, at har fiskaðu teir mestsum bert við línu og ikki við snøri. Í Suðuroy kom lína ikki av álvara í nýtslu fyrr enn fyrst í 1920-unum.

Mikkjal á Ryggi syngur soleiðis sum snørið:

Kvikhentur maður, meðan snørið man renna

sløgir og foragn og beitu sær sker;

ræsir og heintar – og toskur er at kenna,

bregður væl við, so hann ongulfastur er.

Liðmjúkan arm,

sveittan í barm,

grenjar í tolli, men ongan annan larm

 

Fýra eru á. Og, vælsignaða fløkja!

Loddið við borðið! So lyfta vit teir inn.

Stendur illa í? So mást tú teir kjøkja;

Høgg teimum kleppin í nakka ella kinn.

Syft teir inn um stokk,

gev teimum á knokk,

laggbeit og greið, tí kurlað er tað nokk.

 

At fýra kundu verða á, var tí at teir umframt vanligu húkarnar eisini høvdu tveir sonevndar sterthúkar uppi í teyminum.

Hann yrkir eisini um línuna:

Kom við línusteini her,

kíkin tak úr barka,

knýt í stungu, skjótur ver!

segl eg síggi nærka!

ivaleyst um hesa leið

ætlar onkur niður,

hann, ið fyrst fær missir ei, gamla orðið sigur

 

Steðgi! Steðgi! Skjóti á!

nú kom bannsett fløkja;

verður nakað vunnið, tá

lógva mín tit krøkja!

her er hvørt um annað tveitt –

buktir. Øgn og teymar.

Rógvi aftur! Nú er greitt,

ut um stokk hon streymar.


Og okkurt ørindi um tá línan verður drigin upp:


Heini inn við toftuknæ

vøttir sínar stingur,

hann skal krøkja av í dag,

fimur er hvør fingur;

klakar tjúkt á borð og bond,

aldri lofnar tó hans hond,

 

Stungan upp í vaðkall gleið,

steinur inn var tikin,

vestur út mót Hógvaleið

langt er línan rikin

yvir harðan botn og sand,

gras og grót og mórubland.

 

Kom óveður á varð skjótt at draga snørið upp, og sleppa sær til lands. Soleiðis var ikki við línuni, og illa dámdi teimum at fara frá teirri dýrabaru línuni og tað kundi føra til vanlukku og her fari eg at lata kvinnur seta orð á.


Ein landnyrðingsstormur so skjótt brast á

hvør fjøl á sjógv,

og ljót gjørdist luftin, so myrkagrá

sum skitin lógv;

fossur so beint sæst uppeftir standa,

strokið so stynjandi fer millum landa,

og bylgjurnar berjast so stríðar.

....

Og dagurin lækkar, og brimið er so øgiligt

og froysandi niðan í neyst tað fer,

frá grunni lyft.

knappliga bátur við broti má landa,

smildrast, tó menninir bjargast úr vanda

Meðan sprekini út aftur skola.

 

Enn vantaði ein í bátatal,

tá svørt var nátt;

í skýming hann sást uttanvert við Hæl –

men rokið hátt

brádliga hvørvisjón tá yvir hann legði;

streymur frá landi hann úteftir hevði,,

Runt um feigdarfuglarnir flagsa.

 

Skjótt seglið er pettað og mastur av

og stýrið frá;

hart brakandi bátur fer undir kav –

stór neyð er á

Hvør maður krossin brátt fyri sær ristur,

suffar farvæl til konu og systur

til børn og foreldur í heimi.


Tað er Billa Hansen, sum hevur yrkt hetta umleið 1890. Bátsmanningin verður bjargað av einum skipi. Soleiðis var tað tíverri ikki í sanginum Dunandi aldur , sum Andrea Árting yrkti í 1934:

 

Farið er sorlað, øll manningin deyð;

havaldan sterka man sprekini stikla,

háðandi stormur sær fiskarans neyð.

 

Mamman hon misti sær sonin tann unga,

hvør veitti ugga í seinastu stund?

Hvør mundi turka tann sveitta so tunga,

kína hans eyga, tá tað fall í blund?

 

Gentan hon misti sær vinin tann kæra,

hennara vón fyri komandi ár –

Abbin hann mátti tann sama veg fara,

renna tí strítt vári sorgtungu tár.

 

Langabbi mín var millum teir, sum ikki komu aftur av útróðri uttan fyri Sund.

Teir fyrstu deksbátarnir ella motorbátarnir, sum Hans Andrias Djurhuus yrkti um, tá hann argaði Mikkjal á Ryggi, komu eftir 1905. Eisini teir hoyra uppi føroyskt bátasmíð. Í Sørvági vóru nógvir motorbátar sum lógu fyri teym út fyri Klivunum, tá teir ikki vóru brúktir. Hví teir eru komnir at verða nevndir sluppungar, tað dugi eg ikki at siga tykkum.  Motorbátarnir hoyra eisini til okkara siðaarv, sjálvt um teir ikki hava somu longu røtur aftureftir eins og árabáturin hevur. Teir riggaðu ikki á brimplássi eins og árabáturin.

Tað varð ikki  fyrr enn í 1920-num at menn av álvara fóru at  innstallera ella set  maskinu í árabátar, sum ikki vóru smíðaðir at bera maskini, og tað var ikki altíð so heppið, men skjótt lærdu teir at smíða installeringarnar so, at teir bóru maskinuna. Páhangsmotorar komu áðrenn føstu maskinurnar. Maskinbátarnir vóru tyngri  at draga enn róðrarbátar, og tí fóru teir at nú fáa sær drátt og spæl í neystini, meðan teir fyrr høvdu kunna hjálpt sær við leysar lunnar.

Teir størstu maskinbátarnir vóru teir sonevndu grønlandsbátarnir, ið vóru smíðaðir til at rógva út við í Grønlandi. Bátasmiðurin í Miðvági, Kristoffur Hansen, smíðaði fleiri grønlandsbátar. Eisini kappróðrarbátarnir hava havt týdning fyri føroyskt bátasmíð, men tað vóru bátar av einum øðrum slagi, men teir fari eg ikki at tosa um í dag, hóast teir eru sera áhugaverdir.

Vit eru so heppin at eiga tvær heilar bøkur um føroyska bátin. Fyri knøppum 23 árum síðani - í 2000 – kom stórverkið og doktararitgerðin hjá Andras Mortensen “Hin føroyski róðrarbáturin. Sjómentir føroynga í eldri tíð”  út. Bókin er komin út í tveimum uppløgum, so ikki kann sigast annað enn áhugin fyri bátinum er stórur.

Danin Mortan Gøthche byrjaði í 1975, meðan hann enn læs til arkitekt, at fáa áhuga fyri føroyska bátinum. Hann gav út eina lítla bók á donskum um hann tá, fyri mongum árum síðani. Nú í vár, stívliga 45 ár aftaná, kom út stóra bókin “The faroese Boat. Boatbuilders, craftmanship and the use of clinker-built boats in the Faroe Islands 1830-1975.”  Skrivað á enskum kemur henda seinna bókin uttan iva at røkka víða. Henda bók leggur nógv afturat tí, sum stendur í bókini hjá Andras Mortensen, og her lýsir hann bátasmiðir og arbeiði teirra kring landið væl og virðiliga.  Tíverri nevnir hann ikki Hanna  hjá Petur Jakku, ið eisini var bátasmiður her í Sørvági. Hann smíðaði m.a. bátin hjá okkum “Rituna”, eisini nevnd “Stavnaleysi”. Hin vegin fáa bátasmiðirnir í Sandavági góða umrøðu.

Báturin hevur altíð verið ein virðismikil partur av føroyskari materiellari ella verkligari mentan, men tað hongur eisini so nógv onnur siðvenja uppi við bátinum. Talan er bæði um trúgv og siðir og annað við, sum eitt nú fólkaminnisfrøðingurin Mortan Nolsøe hevur skrivað um. Føroyski báturin hevur gjørt okkum ríkari bæði andaliga, vinnuliga og verkliga, men í løtuni er tað fyrst og fremst tað verkliga,sjálvt tað livandi bátasmíðið, sum er meira hótt enn annað, tí tað má liva, um tað skal vera nakað vert.

 Í dag kunnu virknir føroyskir bátasmiðir teljast á einari hond. Vit eiga, sum fólk og tjóð, at vara um henda okkara mentanararv, ikki minst nú hann eisini er vorðin ein partur av heimsarvinum. Vit hava eisini skyldu til at lata okkara íkast til heimsarvin.

Tiltakið dag –  at strekkja kjøl – og smíða ein bát her í summar í Steigatúni, sum øll kunnu eygleiða,  er tí eitt  gott stiga hesi leið,  ið  varpar ljós á hesa tað uppgávu sum vit hava at bjarga livandi føroyskum bátasmíði í verki.

Okkara íkast til heimsarvin, er ikki bátar sum savnsgripir eittans, men tað er tað livandi føroyska bátasmíði, sum  ikki má sleppa at doyggja, men framhaldandi liva. Takk fyri at tit vildu lurta. Takk fyri at tit vildu lurta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder