Fram til um leið 15. september verður bátur smíðaður á Steig í Sandavági. Tó verður steðgur í í viku 30, um ólavsøkumundi. Smíðað verður á fløtuni millum húsini Hergeiri Christiansen og húsini hjá Sandavágs Bygdarsavnið/Suðuroyar-Dánjal. Har plagdi Einar Hentze, bátasmiður, at smíða bátar.
Lurta her: Heini F. Petersen greiðir frá um bátasmíð í Sandavági
Ætlanin er, at fólk skulu síggja, hvussu bátur varð smíðaður. T. d. bygdarfólkið, fólk í oynni, skúlaflokkar, ferðafólk, og annars øll, sum hava áhuga.
Bátasmíð er gamalt føroyskt handverk og gomul mentan, sum vit eiga at varðveita. Báturin hevði og hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Hann varð mest nýttur til útróður, eisini varð hann nýttur til grindarakstur og grindadráp, nótakast, kópaveiðu og fuglaveiðu, at føra fólk, torv, seyð og hoyggj, at fiska gággur og annað.
Terji R. Jakobsen, bátasmiður í Kollafirði, fer at smíða bátin. Hann er dugnaligur bátasmiður, hevur smíðað 50 bátar.
Byrjað verður umleið 1. juli og heldur fram til áleið 15. september. Tað verður “opið” mánadagar og fríggjadagar frá kl. 14:00 til 16:00, har møguligt er at fáa frágreiðing frá bátasmiðinum. Aðrar dagar er eisini møguligt at hyggja at ímeðan hann arbeiðir, men tá skal ikki roknast við at fáa frágreiðing.
Sandavágs Bygdarsavn/Sandavágs Fornminnafelag skipar fyri verkætlanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald