Longu í mars í ár boðaði Havbúnaðarfelagið frá, at nýggja tøkugjaldið fer at hava avleiðingar fyri júst hendan partin av virkseminum. Kunnandi fundur var fyri starvsfólkum tann 22. mai, men tveir mánaðir seinni - tann 22. juli – segði vinnumálaráðharrin á almennum tiltaki, at landsstýrið fór at finna eina loysn og broyta skipanina fyri meirvirkaðar vørur og langtíðarsáttmálar.
Tann 3. september segði vinnumálaráðharrin við dimma.fo, at ein loysn var á veg, og fólk kunnu vænta, at komið verður á mál í “hesari ella næstu viku”.
Tann 2. oktober svaraði vinnumálaráðharrin einum fyrispurningi um meirvirking av laksi, og tá vóru boðini, “at arbeiðið er lagt til politiska viðgerð og niðurstøðan verður gjørd sum skjótast”.
Í dag er 7. november, og enn er eingin politisk niðurstøða gjørd.
Arbeiðið við langtíðarsáttmálum er komið so langt ávegis, at í morgun hevur Bakkafrost samtakið boðað keypsskálanum frá, hvussu nógv er bundið higartil í sáttmálum fyri komandi árið. Hetta talið er 9% í mun til 22% í fjør, sum merkir, at minni enn helvtin er bundið í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
- Vit høvdu vónað, at vit fingu nóg nógvar langtíðarsáttmálar, so vit kundu varðveita øll starvsfólkini, men fortreytirnar eru broyttar, serliga síðan nýggja tøkugjaldið bleiv samtykt. Vit høvdu eisini vónað, at politiskar broytingar vórðu gjørdar, men hetta bar tíverri ikki á mál, sigur Regin Jacobsen, forstjóri, í viðmerking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald