Samlaða støddin á smoltstøðini fer at vera 28.600 m3 og árliga framleiðslan verður umleið 6,5 milliónir smolt á 500g. Harvið verður rúmførið á smoltstøðini í Skálavík á leið tað sama sum norðuri á Strond, sum er umleið 30.000 m3.
Verkætlanin í Skálavík er ein partur av nýggju íløguætlanini hjá Bakkafrost, sum bleiv løgd fram í juni 2023.
Í henni stendur, at árini 2024-2028 fer fyritøkan at gera íløgur fyri á leið 3 milliardir í Føroyum. Seinastu fimm árini hevur Bakkafrost gjørt stórar íløgur í m.a. at útbyggja smoltstøðirnar í Glyvradali, á Norðtoftum og Viðareiði.
Endamálið er at ala laksin longri á landi og harvið stytta vakstrartíðina á sjónum. Málið er tí at náa eina størri miðalvekt á smolti.
Bakkafrost heldur fram við samstarvinum við Nofitech at byggja smoltstøðina á Skálavík. Hetta er framhald av samstarvinum bæði á Glyvradali og Applecross í Skotlandi.
Robert Hundstad, stjóri hjá Nofitech, sigur:
- Vit eru sera fegin um at fáa møguleika at byggja triðju smoltstøðina saman við Bakkafrost, og vit síggja fram til at luttaka í enn einari spennandi verkætlan í laksavinnuni. Við at nýta sama snið og tøkni á smoltstøðunum fær Bakkafrost sera gott grundarlag at gagnnýta vitan og minka um váðarnar í verkætlanini og ikki minst deila vitan upp á tvørs í samtakinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald