2022-01-15 10:15
Á heimasíðuni hjá Vørn sæst, at tað var brúk fyri Brimli og bjargingarbátinum Lív í gjár.
Klokkan 13:44 fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at Bùgvin hevði fingið um skrúvuna eystanfyri Føroyar. Brimil var sendur at sleipa Búgvan.
Klokkan 17:56 fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur í Hestfirði hevði fingið maskinbrek. Bjargingarbáturin Lív bleiv boðsendur, og Lív sleipaði bátin á Havnina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald