Vinna

Yvir 24.000 løntakarar fyri fyrstu ferð í nærum fýra ár

...

2014-10-14 15:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan: Í juli vóru 24.073 løntakarar, um 100 fleiri enn í juni og tað mesta síðan oktober í 2010.

Síðan ársbyrjan eru tað komnir fleiri løntakarar hvønn mánað, og í juli vóru 400 fleiri enn við ársbyrjan.

Í oktober 2010 vóru 24.304 løntakarar, men so rakti húsagangur í fiskivinnuni, og eftir bert trimum mánaðum fóru 800 løntakarar úr starvi. Nú næstan fýra ár seinni er umleið helvtin av hesum falli vunnið innaftur.

Fleiri størv í byggivinnuni
Løntakarar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðir, so her verður samanborið við sama mánað árini frammanundan.

Tað er framvegis í byggivinnuni, at vøkstur er. Í juli vóru 3.357 løntakarar í byggivinuni, og tað eru 242 fleiri enn árið fyri.

Í hinum høvuðsvinnubólkunum er millum ongin og lítil vøkstur: í fiski-og alivinnu eru 70 fleiri løntakarar, meðan tað í privatu tænastuvinnunum eru 5 fleiri. Tað er sama gongd, sum tað hevur verið seinasta hálva árið.

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum


Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder