Ítróttur

Wilbek yvirraskar: Jesper Nøddesbo vrakaður

...

2014-01-18 15:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hvørjum skal Anders Eggert taka plássið frá? Tað hevur veri tann stóri spurningurin áðrenn dystin móti Spania, svari kom í morgun.

Eitt sindur yvirraska var tað strikuspælarin Jesper Nøddesbo, sum var tikin sum svartiper. Skrivar sporten.dk.

- Eg havi allatíðirnar havt 18 mans í hópinum, sum nær sum helst kunnu koma inn á vøllin, og í hesari støðuni, eftir at Eggert hevur fingið grønt ljós frá læknanum, havi eg valt at givið Jesper Nøddesbo ein steðg, men eg kann taka hann inn aftur í hópin seinni í kappingini, sigur landsliðvenjarin Ulrik Wilbek í tíðindaskrivi, sum tað DHF (Dansk Håndbold Forbund) hevur sent út.

Danmark spælir ímóti Spania í kvøld klokkan 19:30 í "Boxen" í Herning og dysturin verður vístur á TV2.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder