
Eitt starv sum fulltikin dekkari og eitt sum avloysari á skipunum hjá Vørn verða hervið lýst leys.
Høvuðsuppgávur:
Starvið sum fulltikin dekkari fevnir m.a. um hesar uppgávur:
??? Ganga vakt eftir vaktarskipan.
??? Luttaka í dagliga arbeiðinum.
??? Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini.
??? Annað fyrifallandi arbeiði.
Førleikakrøv:
??? Førleikaprógv sum fulltikin dekkari við handilsskipum.
??? Heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu.
Dentur verður annars lagdur á:
??? Gildigt trygdarskeiðsprógv
??? Royndir innan yrkið
??? Góð samstarvsevni
??? Aldur og heilsa at gerast vinnukavari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
Setanartreytir:
Tað eina er fast starv, og hitt er avloysarastarv.
Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið er lønt í lønarflokki 5.
Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.
Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum. Tænastustaðið er í løtuni Vørn - Fiskiveiðieftirlitið.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 2. januar 2017 kl. 14.00.
Størvini verða sett sum skjótast.
Umsókn skal sendast til :
Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: [email protected]
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald