Seinnapartin leygardagin var kapping í 5. og seinastu Grand Prix kappingini hjá vaksnum. Kappingin var í Havn.
Spenningurin var stórur undan seinasta umfari hjá monnunum, har 3 leikarar høvdu møguleika at gerast vinnarar. Heðin G Poulsen úr Klaksvíkar Badmintonfelag, Magni Hansen úr ÍF-Badminton og Rógvi Poulsen úr Havnar Badmintonfelag.
Spenningurin helt sær eisini til seinasta sett, tí í finaluni hittust Rógvi Poulsen og Magnus Gaard. Um Magnus vann, so bleiv Magni vinnari. Rógvi Poulsen vann finaluna og gjørdist endaligur Grand Prix vinnari, nr. 2 gjørdist Magni Hansen og nr. 3 gjørdist Heðin G Poulsen.
Hjá kvinnunum bleiv unga Kristina Eriksen úr Havnar Badmintonfelag Grand Prix vinnari annað árið á rað. Nr. 2 bleiv Sólfríð Hjørleifsdóttir úr VÍF og nr. 3 gjørdist Gunnvá Jacobsen úr Havnar Badmintonfelag.
Endaligu Grand Prix kappingarnar fyri yngru leikarnar verður á Kambsdali leygardagin 8. februar, har er eisini lagt upp til fleiri spennandi kappingar.
Komandi fríggdag fer føroyska badmintonlandsliðið til Íslands at luttaka í Reykjavíkar meistaraskapinum. Eisini verður í hesum sambandi skipað fyri landsdysti ímillum Føroyar og Ísland.
Síðan Oyggjaleikirnar á Bermuda er hetta fyrsta stóra avbjóðingin hjá Badmintonlandsliðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald