1899-12-31 21:25

Í vár varð spurnarkanning um ferðslu gjørd millum teirra sum búgva fram við høvuðsvegnum í Miðvági og Sandavági.
Greiður meiriluti var millum íbúgvarnar, at tikið verður undir við, at gjøgnumkoyrandi ferðslan í framtíðini verður leidd gjøgnum nýggjan tunnil millum Fútaklett og Vatnsoyrar.Hesin tunnilin er nú komin á løguætlan løgtingsins.
1. desember varð drigið um ein vinning, nýggj bók, millum øll ið vóru við í kanningini. Hepnu vinnararnir vórðu Sámal H. Ellefsen í Miðvági og Heini Nielsen í Sandavági. Teir hava fingið frálíku bókina "Sluppin", sum Sune Joensen hevur skrivað.
Fyrireikararnir ynskja teimum tillukku við vinninginum og annars øllum, sum vóru við í kanningini eini gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald