VÍF-kvinnurnar tóku í kvøld ímóti Stjørnu-kvinnunum úr Klaksvík - VÍF smurdi Stjørnuna av við 31-18 eftir hálvleikstøðuna 12-9.
Tað var Stjørnan sum fyrst setti bóltin í netið, men tað var einastu ferð, tær lógu á odda í dystinum. Tá ið 5 min. vóru leiktir førdi VÍF 5-1, men Stjørnan otaði seg allan fyrra hálvleik nærri Stjørnuni, soleiðis at hálvleikstøðan gjørdist ein málmunur við 3. málum 12-9.
Í seinna hálvleiki sást beinanvegin at VÍF-kvinnurnar vildu vinna dystin, tær komu skjótt uppá 15-10 og eftir støðuna 21-14 í 13. minutti fingu VÍF-kvinnurnar 8 mál ímeðan Stjørnan einki fekk - støðan 29-14 í 20 minutti og dysturin avgjørdur. VÍF vann 31-18. VÍF hevur nú 6 stig fyri 5 dystir, bara eitt stig aftanfyri Kyndil, men Kyndil hevur leikt ein dyst minni.
Toppskjúttar í dystinum vóru: Fyri VÍF Agnas Olsen við 6 málum og fyri Stjørnuna Mina Sirdal við 10 málum.
VÍF: Steinbjarta Marnerdóttir, Vivian Petersen, Tóra Seloy, Durita Ljósstein 5 og eina útvísing, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus 3 og eina útvísing, Rakul Joensen 1, Durita Christoffersen 5 og eina útvísing, Fríða Marjunardóttir 2, Annika Patti, Daniella Joensen 5 og eina útvísing, Eilin Hansen 4 og Agnas Olsen 5.
Stjørnan: Annika Arge, Rakica Uregureanu, Una Váagklett 1 og tvær útvísingar, Ella Petersen 2, Mina Sirdal 10 og eina útvísing, Jóhanna í Króki 1, Jansy Hansen 1, Poula Leivsgarð, Hervør Olsen 2, Edith Hansen, Jórun Nielsen, Maria Højgaard, Kristina Poulsen, Anna Jacobsen, Rebekka Poulsen og Gudny Johannesen.
Støður:
5. min 5-1
10. min. 7-3
15. min. 9-4
20. min. 9-5
25. min. 11-8
30. min. 12-9
35. min. 15-10
40. min. 19-12
45. min. 23-14
50. min. 29-14
55. min. 30-16
60. min. 31-18
Dómarar: Uni Wardum og Dánial Samuelsen.
Áskoðarar: 50.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald