Liðini sum liggja nummar 2 og 3 í FTZ-deildini hittust í dag í Vestmanna.
Dysturin gjørdist sera spennandi úr enda í annan - liðini fylgdust allan vegin og skiftust um at liggja omaná, hálvleiksstøðan gjørdist 17-16 til VÍF.
Í seinna hálvleiki var sama støðan, liðini skiftust at liggja omaná, men samdust um javnleik 31-31 og fingu harvið eitt stig í part.
VÍF hevur leikt 11 dystir og Kyndil 12 - tey hava nú bæði 15 stig.
VÍF: Mladen Mjerimacka, John R. Nielsen, Sjúrður Olsen 3, Rúni Joensen 3, Julian Olsen 7, Bjarti Hansen 2, Jugoslav Djumic 4, Filip Jojic 12 og Ingi Olsen.
Kyndil: Jan Pauli Johannesen, Tórður Guttesen, Høgni Klein Olsen 1, Tummas Pauli Hanusarson Joensen 2, Niels Viggo Niclasen 1, Hjalti Mohr Jacobsen 6, Bartal Klein Olsen 2, David Edvardsen 5, Josef Abrahamsen 6, Kristoffur Kristoffursen 1, Tróndur Wardum, Hørður Fannar Sigtórsson 2, Thorvald Abrahamsen, Rógvi Dal Christiansen 4 og Hans Áki Dal Christiansen 1.
Støður:
5. min. 1-1
10. min. 5-5
15. min. 8-10
20. min. 11-13
25. min. 15-15
30. min. 17-16
35. min. 20-19
40. min. 22-21
45. min. 24-24
50. min. 27-26
55. min. 29-28
60. min. 31-31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald