2016-10-02 18:49

Um vikuskiftið hava tríggir dystir verið leiktir í FTZ-deildini.
´
Í gjár spældu Neistin og KÍF í Havn. Neistin vann dystin 29-21 eftir hálvleiksstøðuna 14-8. Hjá Neistanum var Teis Rasmussen toppskjútti við 8 málum, og hjá KÍF var tað Hans Eli Sigurbjørnson við 6 málum.
Kyndil tók í dag móti Team Klaksvík. Kyndil vann dystin 32-17 eftir hálvleiksstøðuna 14-8. Hjalti M. Jacobsen fekk flest mál hjá Kyndli, hann fekk 7 mál. Vilhelm Vilhelmsen fekk flest mál fyri gestirnar hann fekk 5 mál.
VÍF og StÍF hittust í Vestmanna. VÍF vann dystin 28-21 eftir hálvleiksstøðuna 16-10. Hanus Christophersen og Filip Jojic fingu 6 mál fyri heimaliðið, meðan Sveinur Justinussen somuleiðis fekk 6 mál fyri Strandingar.
Ein dystur hevur verið í Hvonn-deildini í vikuskiftinum.
VÍF og StÍF hittust eisini í Hvonn-deildini. VÍF vann tann dystin 24-16, eftir hálvleiksstøðuna 11-9. Marianna G. Eystberg fekk 10 mál fyri VÍF, og Guðrið Poulsen var toppskjútti hjá StÍF við 4 málum.
Støðan í FTZ-deildini
Støðan í Hvonn-deildini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald