Ítróttur

VÍF: Jan Ottosen takkar fyri seg

...

2014-01-02 04:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jan Ottosen takkar fyri seg !

Sístu tíðuna hevur Jan Ottosen verði venjari fyri Elektrón deilduna hjá okkum og fyri Australska landsliðið. Hesi arbeiðið hevur hann passað so gott sum hann kann og hevur tað ikki ávirka naka av tídningi. Nú er so støðan broytt, við tað at kvalifikatiónina til VM 2015 Qatar er flutt fram til síst í apríl mánað. Fyri at hann skal kunna røkja sítt starv í Australia eisini, so er neyðugt við av velja annað framum. Felagið skilir væl støðuna hjá Jan Ottosen og vit stuðla honum í hansara støðutakan. Jan Ottosen hevur verði ein góður maður fyri føroyskan hondbólt. Hann hevur sett síni positivu spor, fyrst í Kollafirðið og síðani hjá okkum í VÍF. Felagið takkar Jan Ottosen fyri tað hann hevur gjørt og hvør veit,kanska møta vit Australia í einum venjingardysti einaferð í framtíðuni. Kvinnunar hjá felagnum eru nummar eitt og til felagið endaliga hevur avgjørt hvør skal standa við stýrissvølin, so kemur Henrik Gerster at taka sær av teimum, tað skrivar heimasíðan vif.fo

Í stuttari viðmerking í kvøld við JN.fo, sigur Jan Ottosen, sum er staddur í Danmark, at hann kemur aftur til Føroyar, áðrenn leiðin verður løgd til Australia.

Jan hevur verið í Føroyum síðan 23. mai 2009, tá ið hann gjørdist venjari hjá KÍF, har hann fekk sera góð úrslit.

Jan heldur, at støði í føroyskum manshondbólti gjørdist hægri tey fyrstu árini hann var her, men støðið er lækkað aftur.

Í kvinnuhondbóltinum hevur tað gingið støðugt framá, heldur Jan Ottosen.

Jan heldur, at HSF skal gera eitt meira miðvíst arbeiði innanfyri hondbóltin, tað verður tosað nógv, men tað sæst ov lítið aftur í øllum tí, sum sagt verður. Feløgini arbeiða væl, men gularótin er ov langt burtur.

Jan hevur havt nógvar góðar løtur í føroyskum hondbólti, men størsta løtan var, tá Rógvi Weyhe kundi spæla aftur, eftir at hava drigist við ein skaða í knænum í longri tíð, tað var í kappingarárinum 2010/2011.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder