Ítróttur

VÍF ger ikki meira við VB/VÍF málið

...

2013-11-28 06:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hava tosað Jan Ottosen venjara hjá VÍF kvinnum og spurt hann tveir spurningar um hví VÍF ikki fer víðari við málinum viðv. klaguni frá VB.

1. Hvat er orsøkin til at tit ikki koyra málið víðari?

Vit koyra ikki málið víðari, av tí at vit hava góðtikið, at tað er hendur ein feilur frá okkara síðu, nemliga at tað var givin ein skeivur dómaraseðil út til dystin. Men VB góðtók dómaraseðilin við at skriva hann, og í aðru siftu - tá dómaraborðið spurdi VB um dómaraseðilin var rætt skrivaður frá teirra síðu.

Allir aðrir feilir, sum eru hendir hava vit ikki nakað vit at gera, men vit viðurkenna, at vit hava gjørt ein feil, sum fyrst var góðtikin og síðani klagaður. Vit standa sjálvandi sum svartiper, men vit vilja ikki koyra málið víðari. Tí tað kann vera, at málið verður hangandi leingi, og tað er faktist iriterandi fyri spælarnar. So nú fáa vit spælt dystin umaftur, og hopa sjálvandi úrslitið verður líknandi fyrra dystinum.

2. Hvørjar fylgir heldur tú, at hetta kann fáa fyri eftirtíðina?

Hatta kemur at merkja, at nú verður fokus sett á dómaraseðlarnar, og reglurnar rundanum vilja vera fylgdar frameftir. Tað hava í hesum kappingarárinum verið tríggjar líknandi støður, og allar tríggjar eru dømdar ymiskt.

Eg eri vísur í, at tað fara at vera nógvar klagur um dómaraseðlarnar, og allir teir dystirnir, burdu verið spældir umaftur. Tað er gott, at HSF fylgir lógini, men so eigur VB eisini at fáa bót fyri at hava útfylt dómaraseðilin skeivt. Tað fylgja bara nakrar reglur við, og tað hopi eg tað ger í hesum málinum eisini. Og allar klagurnar, sum koma eftirfylgjandi, eiga teir eisini fylgja upp, tað kemur at geva nakrar umdystir í framtíðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder