2014-10-08 19:34
LV.fo skrivar:
ARKITEKTURDAGUR: Í sambandi við altjóða arkitekturdagin fríggjadagin 3. oktober, skipaði Landsverk fyri rundsýning á fyrrverandi Natostøðini uppi á Sornfelli. Farið var við bussi av Skálatrøð í Havn leygardagin kl. 14.00.
Ferðalagið niðan á Sornfelli leygardagin taldi umleið 60 fólk, og vóru tað bæði ung, eldri, kvinnur og menn, sum vísti hesum tiltaki áhuga. Ove Ritter, seniorsergent, sum hevur verið knýttur at Færøernes Operative Kommandi í Mjørkadali og Sornfelli í mong ár og fram til yvirtøkuna 1. januar í 2014, segði stutt frá søguligu gongdini, áðrenn leiðin gekk inn í bunkaran og upp í kuplarnar á Sornfelli.
Fleiri undraðust á, at tað lat seg gera at byggja eitt slíkt anlegg á einum so illa atkomuligum staði fyri hálvari øld síðani. Nógv hugleiddu eisini um, hvat ognirnar nú kunnu nýtast til. Onkur helt, at møguliga kundi hetta nýtast til savn, til upplivingardepil, ella til matstovuvirksemi o.a. Onkur annar helt hetta vera rætta staðið at gera ein spennandi film.
Umleið kl. 16.00 gekk leiðin aftur til Havnar.
Her eru nakrar myndir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald