2015-03-26 18:20
Vesturtúgva og Topas landa í dag til Barðið í Havn.
Vesturtúgva hevur 100.000 pund, Vesturtúgva hevur partrolað við Grønanes, sum landar á Kósini, teir hava eisini um 100.000, meginparturin er upsi. Teir hava hendan túrin roynt eystanfyri, túrurin byrjaði 14. mars.
Topas landar eisini í Havn, teir hava 80.000 pund, Topas partrolar við Tórun K, sum landar í Vági, teir hava eisini uml. 80.000 pund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald