2014-07-11 13:25
Vestmenningur og Skoraberg komu á Kollafjørð um 4-tíðina í nátt við 200 tonsum av gulllaksi, sum verður landaður til Faroe Pelagic.
Vestmenningur og Skoraberg hava hendan túrin roynt norður úr Mýlingi.
Í gjár landaðu Vesturbúgvin og Eysturbúgvin á Toftum, teir høvdu 240 tons, gullaksin hjá teimum keypir Tavan í Leirvík.
Tað 3. gulllaksaparið Polarhav/Stjørnan er ikki til fiskiskap í løtuni, tí annar báturin hevur maskinskaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald