2016-06-22 07:03

Vestmenningur og Skoraberg komu á Kollafjørð tíðliga í morgun, teir hava 220 tons av gulllaksi, sum teir hava fiskað í eina knappa viku. Teir landa veiðuna til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Teir hava hendan túrin roynt sunnast í føroyskum sjógvi, har hava verið fá skip, søgdu teir, tá vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, ein norskur línubátur var har á leiðini, sum teir royndu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald