2026-06-29 17:22
Hóast føroysku U16-kvinnurnar sýndu betri spæl í fyrra hálvleiki í mun til dystin í morgun móti Niðurlendingum, so var tað skjótt greitt, at Serbia hevði fleiri streingir at spæla uppá og vunnu tær greitt 21-12, eftir 11-8 í hálvleikinum.
Føroyar vóru væl við í fyrra hálvleiki og vóru bert trý mál á muni í hálvleikinum. Føroyska liðið gjørdi ikki eins nógvar villur, sum tær gjørdu í dystinum í morgun, og betri gekk eisini at skora uppá kjansirnar. Tær serbisku vóru sera kropsterkar, og gjørdist tað so líðandi tungt at halda í verjuni. Munurin øktist so líðandi í seinna hálvleiki, har okkara høvdu ilt við at koma til góðar málmøguleikar, og brendu eisini ov nógvar tá tær so komu til skotini. Málturkurin var langur, har okkara bert skutu eitt mál í næstan 15 minuttir í seinna hálvleiki. Munurin gjørdist harvið nakað stórur og Serbia vann greitt 21-13.
Tveir dystir eru á skrá í morgin. Kl. 13.00 møta Føroyar Georgia, og kl. 19.30 Spania, talan eru føroyska tíð.
Dystargongdin Serbia – Føroyar:
5 min. 2-3
10 min. 6-5
15 min. 9-6
20 min. 11-8
25 min. 14-9
30 min. 17-9
35 min. 18-10
40 min. 21-13
Málskjúttar hjá Føroyum:
Sigrið Hansdóttir 5 (3)
Olivia Kristiansen 2
Fía Nolsøe 2
Andrea Heinadóttir 2
Gyða Beata Djónadóttir 1
Sunfríða Zachariasen 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald