2015-02-18 21:04
Beint eftir middag í dag komu Vestmenningur og Skoraberg á Klaksvík við 240.000 pundum av upsa, sum verður landaður á Kósini.
Partrolararnir royna allir eystanfyri, teir eru saman á einum lítlum øki, í gjár vóru 10 pør um somu leið - fiskiskapurin í gjár var góður. Hvussu er í dag vita vit ikki, men teir royna meira víða um í dag.
Vestmenningur og Skoraberg fara nýggjan túr í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald