2016-09-15 06:04

Vestmenningur og Skoraberg komu á Klaksvík kl. 6 í morgun, teir hava uml. 200 tons av gulllaksi, sum teir landa á Kósini, Tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin.
Vestmenningur og Skoraberg hava roynt sunnast í føroyskum sjógvi, heilt suður ímóti ES-markinum, teir hava havt onkran bakkdag, men annars hevur veðrið roynst væl.
Tað er ikki nógv eftir av gulllaksakvotuni, sum er 13.000 tons, men teir rokna við, at fáa ein túr afturat, um so verður so fara teir nýggjan túr í kvøld.
Hini bæði gulllaksapørini - Vesturbúgvin/Eysturbúgvin og PolarhavStjørnan - royna vestur úr Mylnesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald