2015-08-21 12:44

Gulllaksaskipini Vestmenningur og Skoraberg komu á Klaksvík tíðliga í morgun við 130 tonsum av gulllaksi, sum verður landaður á Kósini. Veiðan verður koyrd til Leirvíkar, har hon verður tilvirkað á Tavuni.
Vestmenningur og Skoraberg hava hendan túrin roynt sunnast í føroyskum sjógvi, men fiskiskapurin hevur verið smáligur.
Polarhav og Stjørnan landaðu í Klaksvík í gjár, teir fóru nýggjan túr í gjárkvøldið og royna í morgun norðanfyri, hitt gulllaksaparið Eysturbúgvin og Vesturbúgvin royna vestanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald