2015-09-04 22:40

Gulllaksaskipini Vestmenningur og Skoraberg hava í dag landað gulllaks í Klaksvík, teir høvdu tilsamans 150 tons, sum Tavan í Leirvík keypir.
Vestmenningur og Skoraberg byrjaðu túrin sunnanfyri, men teir seinnu dagarnar royndu teir vestanfyri.
Vestmenningur og Skoraberg fara ein túr afturat í ár, tað eru nøkur tons eftir av samlaðu gulllaksakvotuni, sum í ár er 14.400 tons. Teir fara nýggjan túr í kvøld.
Vesturbúgvin og Eysturbúgvin eru givnir á gulllaksinum, men Polarhav og Stjørnan royna enn eftir gulllaksi, teir eru staddir vestanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald