Vinna

Vestmenningur og Skoraberg farnir á gulllaksaveiðu

...

2015-04-04 01:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vestmenningur og Skoraberg hava í nakrar dagar verið til umvælingar hjá MEST, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið er gjørt.

Í gjár riggaðu teir til at fara á gulllaksaveiðu, teir loystu í gjárkvøldið.

Loyvi er at fiska 16.000 tons av gulllaksi í føroyskum sjógvi, tað eru 6 skip, sum hava loyvi, tey eru: Polarhav, Stjørnan, Eysturbúgvin, Vesturbúgvin, Vestmenningur og Skoraberg.

Í dag royndu skipini einar 35 fj. vestur úr Suðuroynni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder