2016-06-30 07:18

Seinasta vatnroyndin vísir, at ecoli-bakteriur eru í drekkivatninum.
Tí mælir Vestmanna Kommuna borgarunum til at kóka drekkivatnið, til onnur boð koma.
Vestmanna Kommuna hevur tikið neyðug stig til tess at reinsa vatnveitingina. Hetta varð gjørt í gjárskvøldið (29. juni) við at klora skipanina og lata vatnið renna úr brandpostunum, so klorið kom út í stórt sæð alla skipanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald