Vinna

Varðveitið lønarískoytið og sáttmálaløn

...

2020-10-08 13:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fakfeløgini í Fakfelagsráðnum viljaharðliga mótmæla, at skipanin við lønarískoyti verður broytt so løntakarar ikkilongur fáa sáttmálaløn fyri arbeiði. Henda skipan kundi hildið á at verið einsólskinsøga, sum fevnur og rúmar allar løntakarar, og har allir løntakarar fáasomu løn fyri sama arbeiði.

Skipanin við lønarískoytinum hevur veriðein sera góð skipan, og tað bleiv hon, tá ið ásett varð, at tað ersáttmálalønin á økinum, sum er avgerandi fyri lønina hjá persóninum ískipanini.

Soleiðis, sum skipanin hevur veriðseinastu árini er, at tað er sáttmálalønin á avvarðandi øki, sum ein løntakariarbeiðir í, sum er avgerðandi fyri, hvør lønin er.

Ein lærari verður løntur eftirsáttmálanum hjá lærarafelagnum, ein sjúkrarøktarfrøðingur eftir sáttmálanum hjásjúkrarøktarfrøðingunum, ein arbeiðari eftir sáttmálanum hjáarbeiðarafeløgunum, ein verkfrøðingur eftir sáttmálanum hjá akademikarafelagnum,ein maskinmeistari sambært sáttmálanum hjá maskinmeistarafelagnum o.s.fr..

Teir løntakarar, sum eru í skipaninivið tillagaðum størvum, vera viðfarnir sum allir aðrir løntakarar, og sjúkaella brek , skal sum meginregla ikki gera, at viðkomandi verður verri fyrilønarliga enn starvsfelagarnir, og tey sum arbeiða eftir sama sáttmál.

Hetta verður nú broytt, og fer atraka ein stóran part av løntakarunum, sum gerast partur av skipanini viðtillagaðum størvum í framtíðini. Eftir 1. januar 2021 verður lønarískoytið baraein partur av sáttmálaásetingini, og jú størri mein ein persónur hevur, tessminni kann viðkomandi vænta at verða fult dekkaður av síni sáttmálaløn.

Dømi 1:

Byrjunarløn hjá bussførara settureftir sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag hevurí byrjunarløn kr 29.932,36 um mánaðin umframt frítíðarløn og eftirløn. Umviðkomandi hevur mist 60% av sínum arbeiðsførleikum hevði hetta verið galdandi:

                                                         Gomulskipan               Nýggj skipan            

Løn frá arbeiðsgevara:                    11.972,94                    11.972,94
Lønarískoyti:                                     17.959,42                    14.562,82

Løn í alt:                                             29.932,36                    26.535,76

Bussførarin missir kr 3.396,60 kr ummánaðin ella 40.759,17 kr árliga í løn. Sostatt verða frítíðarløn og eftirløneisini tað minni.

Dømi 2:

Ein á fiskavirki við 20 árastarvstíð hevði forvunnið hetta sambært sáttmála kr 24.657,93 kr um mánaðin ???um viðkomandi hevði mist 70% arbeiðsførleika hevði hetta verið úrslitið:

                                                         Gomulskipan               Nýggj skipan            

Løn frá arbeiðsgevara:                       7.397,38                      7.397,38
Lønarískoyti:                                     17.260,55                    16.393,05

Løn í alt:                                             24.657,93                    23.790,41

 

Flakafólkið missir 867,52 kr um mánaðinella 10.410,24 kr um árið í løn

Dømi 3:

Ein byggifrøðingur við 16 ára starvsroyndum forvinnur í dag42.307 kr um mánaðin sambært sáttmála millum Akademikarafelagið ogFíggjarmálaráðið.

Um viðkomandi hevur helvtina av sínum arbeiðsførleika erúrslitið hetta:

                                                         Gomulskipan                     Nýggjskipan                                                           

Løn frá arbeiðsgevara:                    21.153,50                        21.855,50
Lønarískoyti:                                     21.153,50                        10.890,00

Løn í alt:                                             42.307,00                        32.745,50

 

Missurin hjá byggifrøðinginum verður sostatt kr 10.262,50 krum mánaðin ella 123.154,80 kr um árið.

Dømi 4

Ein heilsurøktari við 10 árastarvsroyndum forvinnur 28.164,93 kr um mánaðin sambært sáttmála. Um viðkomandihevur mist 75% arbeiðsførleika er úrslitið hetta:

                                                         Gomulskipan               Nýggj skipan            

Løn frá arbeiðsgevara:                       7.041,23                      7.041,23
Lønarískoyti:                                     21.123,70                    16.505,51

Løn í alt:                                             28.164,93                    23.546,74

Missurin hjá heilsurøktaranum verðursostatt 4.618,19 kr um mánaðin ella kr 55.418,27 kr árliga.

 

Næstan øll missa

Dømini eru mong, sum takast kunnu,men felags er, at næstan allir løntakarabólkar verða verri fyri, tá ið nýggjaskipanin verður sett í verk.

Vit í Fakfelagsráðnum, sum umboða allarlønarbólkar, krevja, at tað sjálvsagt er sáttmálin á økinum og hesilønarviðurskifti, sum eru avgerandi fyri, hvat lønarískoytið verður. Viðnúverandi skipan vera næstan allir lønarbólkar dekkaðir fult, og tað er ikkiløntakaranum til ófyrimunar, at viðkomandi hevur lítlan arbeiðsførleika. Tað ereisini ein mesta upphædd á, sum tað heldur ikki ber til at fara upp um íverandi skipan.

Framyvir verður tað ein tilvildarligásett upphædd og mótrokning í mun til inntøku, sum verður avgerandi fyri,hvussu títt lønarískoyti verður. Tað gongur harðast út yvir tey, sum havalítlan arbeiðsførleika og nøkur við góðum inntøkum. Sum heild gongur hetta tóút yvir næstan allar løntakarabólkar í ymiskan mun.

Umframt at stríðast við sjúku, brek,slit ella skaða, skulu teir løntakarar, sum í framtíðini verða skerdir íarbeiðsførleikum eisini hava tað á sær, at tey vera munandi verri fyri íinntøku. Hetta eigur og má kunna gerast betur.

Hví oyðileggja eina skipan sumriggar?

 

 

Vinarliga

 

Fakfelagsráðið ??? umboðandi 31 fakfeløg á Føroyskaarbeiðsmarknaðinum

Starvsmannafelagið,Føroya Arbeiðarafelag, Ljósmøðrafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið,Ergoterapeutfelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Kost og Føðslufelagið, FøroyaHandverkarafelag, Musikklærarafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, FøroyaPedagogfelag, Føroya Lærarafelag, YF Miðnám, Fysioterapeutfelag Føroya, HavnarHandverkarafelag, BLF - Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Felagið FøroyskirSjúkrarøktarfrøðingar, S&K Felagið, Felagið Radiografar í Føroyum, Havnar Arbeiðarafelag,Havnar Arbeiðskvinnufelag, Maskinmeistarafelagið, Akademikarafelag Føroya,Landsfelag Handverkaranna, Klaksvíkar Arbeiðmannafelag, KlaksvíkarArbeiðskvinnufelag, Samtak, Føroya Tekniska Lærarafelag, Yngri LæknarFøroyar, Flogskiparafelag Føroya, Súlan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder