Lýsing

Vága kommuna søkir eftir útbúnum starvsfólki til serstovu í Miðgarði

...

2018-08-30 13:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Søkt verður eftir:

Einum námsfrøðingi ella øðrum starvsfólki við viðkomandi útbúgving t.d. ergo- ella fysioterapeut í eitt 30/40 tíma starv.

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 715 og 1700.

Setanarviðurskifti:

Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.
Miðgarður

er ein stovnur við 5 árum á baki. Her eru 9 stovur, 3 vøggustovur, 1 smábarnastova, 3 barnagarðsstovur, ein serstova og 1 stova til tey 6 ára gomlu.

Seks ymisk verkstøð og gott spælipláss er rundan um stovnin, sum er bygdur inn í lendi.

Miðgarður liggur mitt í bygdini, tætt við haga, fjøru, viðarlund og áir.

Vit arbeiða við:

At skapa eitt umhvørvi, sum stuðlar undir eini menning og lærutilgongd, og sum tekur støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Hesum leggja vit tað námsfrøðiliga arbeiðið eftir.

Eiriksstova er ein serstova til barnagarðsbørn, ið hava tørv á ørvísi samskifti, kropsligari og sansaligari stimbran. Starvsfólk í serstovuni koma í gerandisdegnum at hava tætt námsfrøðiligt samstarv við hinar stovurnar á stovninum.

Vit ynskja av tær:

· At tú hevur vitan um og áhuga fyri at arbeiða við kontakt og ørvísi samskifti.

  • At tú skal arbeiða útfrá okkara virðisgrundarlagi, barnasýni og námsfrøði.
  • At tú hevur góð samstarvsevnir, og ynskir áhaldandi at menna teg, og vera við til at menna stovnin.
  • At tú ert før/førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og er nærverandi.
  • At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.

Sí meira á okkara heimasíðum: www.vaga.fo og www.midgardur.fo

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, Leiðara á tlf. 794520

Umsókn

Umsókn saman við prógvi og upplýsing um um starvsroyndir verður at senda til [email protected] í seinasta lagið fríggjadagin, tann 14. sept. kl. 1200.

Merk brævbjálvan ella teldupostin: ???umsókn???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder