JN

Vága kommuna: Arbeitt verður við eini loysn

...

2021-11-08 20:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er ein sannroynd at smittutølini í Vágum økjast, og tað er eitt sera stórt trýst á kommununa, og sjúkrahúsverkið sum heild av íkomni støðuni.

Kommunan hevur seinastu dagarnar arbeitt á øllum mótum, saman við einum sera trýstum sjúkrahúsverki, at finna eina loysn, so umgangast kann, at borgarar í Vágum skula av oynni til kanningar.

Vit skilja sera væl okkara borgarar, ið eru í eini keðiligari støðu, men vónandi finna vit eina loysn skjótast gjørligt, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder