Lýsing

Vága Floghavn søkir eftir starvsfólki til Kunningardiskin

...

2021-09-13 22:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága Floghavn søkir eftir einum starvsfólki til Kunningardiskin í farstøðini á flogvøllinum at byrja skjótast til ber. Arbeiðsøkið er í høvuðsheitum innan kunning og sølu, men talan kann somuleiðis verða um aðrar uppgávur.

Talan er um eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv, sum m.a. fevnir um at veita viðskiftafólki kunning um ymisk viðurskifti í sambandi við til dømis flogferðsluna, parkering, útgjalding av tax-free peningi, busssamband og hýruvognar.

Eisini er handil í Kunningardiskinum, har tú tekur tær av vørusøluni, og ert við til at halda handilin ruddiligan og innbjóðandi.

Týdningarmiklasta uppgávan hjá starvsfólkum á Kunningardiskinum er at veita eina góða tænastu og geva viðskiftafólkunum eina góða uppliving.

Tú verður partur av góða starvsfólkatoyminum hjá Vága Floghavn.

Vit vænta av tær:

At tú dugir at samskifta á føroyskum og enskum.

At tær dámar at veita eina góða tænastu.

At tú dugir at brúka teldu og dugir at leita eftir upplýsingum á internetinum.

At tú ert áhugað/-ur í at læra og brúka ymiskar telduskipanir.

At tú ert smidlig/-ur í sambandi við arbeiðstíðir.

Arbeiðstíðir:

Talan er um arbeiði umleið¾-tíð og arbeitt verður allar dagar í viku. Dagurin er í stóran mun lagaður eftir flogferðsluni og kunnu arbeiðsdagarnir tí gerast langir. Hinvegin gevur hetta eisini lutfalsliga nógvar frídagar.

Arbeitt verður umleið triðja hvørt vikuskifti. Tá arbeitt verður í vikuskiftinum, fella frídagar vanligar gerandisdagar.

Royndartíð:

Starvið verður sett við royndartíð á 3 mánaðir.

Setanartreytir:

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Serligar treytir:

Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at viðkomandi fær kravda trygdargóðkenning frá løgregluni, og hevur reina revsiváttan.

Umsóknarfreist:

Umsóknir skulu vera Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. september 2021, kl. 12.00.

Umsókn:

Umsókn, saman við prógvum, viðmælum og við lýsing av møguligum royndum, skal sendast til:

Vága Floghavn

Flogvøllurin 6

FO-380 Sørvágur

ella t-post: [email protected]

Arbeiðsgevarin tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Kristian Mikkelsen, leiðara, á telefon 784495, ella við at senda ein teldupost til [email protected].


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder