Vinna

Vága Floghavn: Juli setti eisini met

...

2014-08-04 16:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

37.008 ferðafólk komu og fóru um Vága Floghavn í juli. Hetta er ein framgongd á 2510 ferðafólk ella 7,3%.


Vøkstur er á øllum leiðum uttan til Íslands. Har er ein afturgongd upp á umleið 14%. Men verður hugt eftir árinum higartil, so er ferðafólkatalið til og úr Íslandi á leið tann sami, sum hann var í 2013.

Danmark er enn nógv tann størsta ferðafólkaleiðin. Størsti vøksturin er tó til og úr Noregi. ??ljuflúgvingin eigur sín part av tí vøkstrinum, men tað er nógv sum bendir á, at fleiri ferðafólk úr Noregi vitja Føroyar eftir nøkur heldur sløk ár.

Samlaði vøksturin í ferðafólkatalinum er higartil í ár 7,8%. Higartil í ár hava 149.170 ferðafólk ferðast umvegis flogvøllinum, í mun til 138.435 somu tíð í 2013.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder