Vinna

??tvið helvtin av útflutninginum er alifiskur

...

2014-11-18 15:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Samlaði útflutningurin fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár er 4,4 mia. kr. Hetta er 200 mió. kr. minni enn sama tíðarskeið í fjør.

??tflutningurin av laksi heldur áfram at vaksa, meðan útflutningurin av uppsjóvarfiski, serliga av makreli, er minkaður.

Higartil í ár eru útflutt fyri meir enn 2 mia. kr. av laksi, og er tað góðar 200 mió. kr. meir enn í fjør. Í virði er vøksturin sostatt 12%, meðan nøgdin er vaksin 6%.
Næstan helvtin av øllum útflutninginum er nú laksur. Somu tíð í fjør var hesin partur beint niðanfyri 40%.

Av uppisjóvarfiski er útflutningurin í virði minkaður 30%, og í nøgd er minkingin 25%. Í ár er makrelurin fiskaður seinni á árinum, tí tað hevur verið møguligt at fiska í ES-sjógvi, eftir at ES og Føroyar hava gjørt avtalu um makrelfiskiskapin. 

Tað er útflutt fyri 930 mió. kr. av botnfiski í ár, eitt vet minni enn í fjør. Í tonsum er útflutt 9% meira.

USA og Russland keypa mest.
Meir enn helvtin av útflutninginum higartil í ár er farin til tey fimm londini, vit útflyta mest til. USA hevur keypt mest, meðan Russland er á øðrum plássi. Tey bæði londini hava hvørt keypt fyri góða hálva mia. - tað er 12% í part.
Bretland og Týskland hava keypt 11% hvør, og á fimta plássi er Danmark við 7%.

Tey fýra londini ovast á listanum eru tey somu sum í fjør, men tá var Bretland ovast og USA nummar tvey, Týskland nummar trý og Russland nummar fýra. Í fjør var Nigeria tað landið, vit útfluttu fimtmest til, meðan Danmark var á sætta plássi.

??tflutningurin til størsta keyparalandið USA er mest sum bert laksur, heili 99% , og tað var tað eisini í fjør. Fyri Týskland er myndin nærum tann sama, 80% er laksur í ár, meðan laksur var 70% av útflutninginum í fjør.

Fyri Russland er størri broyting hend seinasta árið. ??tflutningurin til Russlands er vaksin 21%. Í fjør varð mest útflutt av sild og makreli. Laksur var tá 10% av útflutninginum. Higartil í ár eru 44% laksur. Roknast kann tó við, at so hvørt samlaði útflutningurin av makreli fer at vaksa, so fer makrelútflutningurin til Russlands eisini at vaksa.

??tflutningurin er dagførdur og útgreinaður í hagtalsgrunninum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder