
Klokkan 18:30 í kvøld fekk løgreglan eina fráboðan frá einum útlendingi, at hann hevði brúk fyri hjálp. Hann var saman við einum vinmanni farin í hagan, og var vinmaðurin dottin.
Hann ringdi til løgregluna og bað um hjálp, men maðurin visti ikki ordiliga hvar hann var staddur, men visti so mikið, at hann var vestanfyri Sornfelli.
Løgreglan sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum var skjótt á staðnum. Tyrlan lendi í Skælingshaga klokkan 18:50, og fann mannin rættliga skjótt. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur við jn.fo, at tyrlan fór síðani suður til Havnar eftir fjallabjargarunum, tí brúk var fyri teimum, at fáa útlendingin upp, sum var dottin við eina gjógv niður á eina hellu.
Tá ið fjallabjargarnir vóru komnir á staðið eydnaðist tað at fáa skadda mannin upp. Maðurin var síðani fingin umborð á tyrluna, sum flutti hann á flogvøllin. Á flogvøllinum stóð sjúkrabilur fyri teimum, og flutti skadda mannin á Landssjúkrahúsið sigur vakthavandi á løgreglustøðini við jn.fo í kvøld.
Tyrlan lendi á Flogvøllinum nakrar minuttir yvir 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald