2016-07-21 17:56

Klokkan 14:45 seinnapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein maður úr Italia var komin illa fyri úti á Tindhólmi.
Maðurin var dottin og hevði brotið sær armin. Ein tíma seinni lendi tyrlan í Havn við manninum.
Hetta var uppgáva 68 hjá bjarginartyrluni fyri MRCC í ár, sæst á yvirlitinum hjá MRCC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald