JN

??tlendingamál á føroyskar hendur

...

2017-02-04 11:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??tlendingaøkið skal á føroyskar hendur sum skjótast. Skipanin í dag er stirvin og má broytast umgangandi. Feskasta dømi síggja vit nú, har Praveen Satthi, sum hevur búðleikast í Føroyum í samfull trý ár, verður sendur av landinum. Vit hava sæð slíkar søgur fyrr, og vit fara at hoyra søgurnar aftur, um broyting ikki kemur í.


??hugnaligu boðini, sum Praveen Satthi hevur fingið, eru enn eitt prógv um, at vit mugu yvirtaka útlendingarmál - ongantíð ov skjótt! Allir útlendingar, ið liva her, kunnu einans vera her eftir donskum loyvi. Tað vil siga, at fólk, ið ikki kenna samfelagið og tørvin í Føroyum, seta treytirnar fyri hvør kann vera her.

Tað er sjálvsagt føroyska útlendingastovan, sum skal taka avgerðir í slíkum málum. Ábyrgdin má liggja hjá føroyingum.
Vit skulu hava eina góða skipan og útlendingapolitikk, sum er egnað til okkara samfelag. Hetta kemur bæði tilflytarum og øllum Føroya fólki til góðar.

Umframt at yvirtaka útlendingamál eiga vit eisini at uppraðfesta integratiónspartin. Tilflytarar fáa í løtuni ikki nóg nógva undirvísing í føroyskum og um føroyska samfelag. Tað hevur týdning, at tilflytarar hava møguleika at læra seg føroyskt. Tá er lættari at fella til, fáa arbeiði og støðast.

Unga Tjóðveldið heitir tí á landsstýrismannin í útlendingamálum, Poul Michelsen, at seta ferð á yvirtøkuna av útlendingamálum. Ov nógvar menniskja lagnur eru brátt endaðar her uttan orsøk, uttan føroyska fólkið hevur havt síðsta orðið.

Nú er tíð til, at føroyingar taka ábyrgdina og politikkin um hendi.

Vegna Unga Tjóðveldið

Elsa Berg, forkvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder