Vinna

??tflutningurin fyrstu 9 mánaðirnar

...

2021-11-16 17:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyrstu 9 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 7% meir enn somu mánaðir í fjør.

Samlaði útflutningurin var 6,8 mia. kr. fyrstu 9 mánaðirnar í ár. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 6,4 mia. kr.

Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, varð útflutt fyri 6,7 mia. fyrstu 9 mánaðirnar. Sostatt sær út til at 2021 verður eitt metár.

Laksaútflutningurin er vaksin 22% og var 3 mia. kr. fyrstu 9 mánaðirnar.

Vøruútflutningur í virði skiftur á høvuðsvørubólkar

Januar ??? september 2020/2021

 januar ??? septembermunur
 20202021mió. kr.%
Tilsamans6.3706.8454767,5
Fiskavøruútflutningur5.7806.38360310,4
Toskur700640-60-8,6
Upsi200197-3-1,3
Hýsa11111554,3
Makrelur825761-64-7,8
Sild234219-15-6,4
Svartkjaftur1211371613,2
Svartkalvi7350-23-31,1
Laksur2.4803.02254121,8
Slógv og fiskaúrdráttir174146-28-16,0
Annar fiskur8631.09523327,0
Aðrar vørur3674387119,4
Skip og flogfør22224-198-89,4

Fiskavøruútflutningur í nøgd skiftur á høvuðssløg

Januar ??? september 2020/2021

 januar ??? septembermunur
 20202021tons%
Tilsamans377.348380.8503.5020,9
Toskur17.64115.376-2.265-12,8
Upsi8.6377.772-864-10,0
Hýsa4.9785.2082304,6
Makrelur77.81479.6751.8612,4
Sild38.20733.540-4.667-12,2
Svartkjaftur40.90342.3941.4913,6
Svartkalvi2.2511.804-446-19,8
Laksur42.36356.51114.14933,4
Slógv og fiskaúrdráttir79.98251.823-28.159-35,2
Annar fiskur64.57286.74622.17434,3

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder