Vinna

??tflutningur til Russlands av frystum fiski, umlasting í Hollandi

...

2021-02-01 16:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í næstum kann føroysk fryst fiskavøra útflytast til Hollands, fyri seinni at verða útflutt til Russlands beinleiðis frá frostgoymslum í Hollandi, uttan at koma aftur til Føroya.


Hetta er í stuttum tað, ið nýtt uppskot til umlastingarcertifikat, ið russiski matvørumyndugleikin, Rosselkhoznadzor hevur fyrisligið og sum Heilsufrøðiliga starvsstovan í dag hevur viðmælt.

??tflutningurin úr Føroyum til Hollands, verður á vanliga preeksport certifikatinum til EU, sum so verður grundarlagið hjá Hollendsku myndugleikunum, um vøran seinni skal til Russlands.

Nýggja skipanin verður sett í verk í Føroyum, tá tingini eru sett í verk, millum russiskar- og hollendskar myndugleikar

Kelda: HFS.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder