Vinna

??rslitið hjá Bakkafrost fyri 2014 var 899 milliónir krónur fyri skatt

...

2015-02-24 14:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv.

??rslitið hjá Bakkafrost fyri 2014 var 899 milliónir krónur fyri skatt. Skattur varð 252 milliónir, og sostatt gjørdist úrslitið eftir skatt 647 milliónir krónur.

Fyri fjórða ársfjórðing 2014 var úrslitið fyri skatt 314 milliónir krónur og 222 milliónir krónur eftir skatt. Allar deildirnar í samtakinum høvdu góð úrslit. Hækkandi laksaprísirnir í fjórða ársfjórðingi góvu alideildini eitt gott úrslit, og liðugvørudeildin gav eisini sítt íkast til góða úrslitið. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndist væl.

- Vit eru sera væl nøgd við úrslitið fyri ársfjórðingin og fyri árið 2014. Rakstrarúrslitið var methøgt bæði fyri ársfjórðing og ár orsaka av framstigum á rakstrinum hjá øllum deildum í samtakinum. Vit eru í góðari støðu at møta framtíðar avbjóðingum og eru júst farin undir eitt spennandi ár, nú nýggi brunnbáturin verður latin felagnum í summar. Íløgan hjá Bakkafrost í nýggjan brunnbát saman við øðrum íløgum á fleiri virkisøkjum fara áhaldandi at menna raksturin og avmarka lívfrøðiliga váðan,??? sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

Bakkafrost seldi 12.651 tons av laksi í fjórða ársfjórðingi 2014, og fyri árið seldi felagið 44.013 tons av laksi. Hetta er nakað meira enn í 2013, stjóri, tá ið Bakkafrost seldi 41.268 tons.

??rslitið hjá alideildini frá primerum rakstri í fjórða ársfjórðingi var 181 milliónir krónur í mun til 131 milliónir krónur sama tíðarskeið í 2013. Orsøkin er góði marknaðarprísurin og øking í seldari nøgd.

??rslitið frá primerum rakstri hjá liðugvørudeildini í fjórða ársfjórðingi var 32 milliónir krónur í mun til eitt hall á 6 milliónir krónur sama tíðarskeið í 2013.

Avtalaðu prísirnir fyri liðugvørur hava verið á einum hægri støði í 2014 enn undanfarin ár.

Prísurin á feskum laksi, sum er rávøran hjá liðugvørudeildini, hevur verið høgur í 2014, tó hevur liðugvørudeildin megnað at givið eitt gott rakstraravlop. Framleiðslunøgdin hjá liðugvørudeildini í fjórða ársfjórðing 2014 er áleið tann sama sum sama tíðarskeið í fjør. Arbeitt hevur verið í tveimum skiftum á framleiðsluvirkjunum bæði í Fuglafirði og á Glyvrum.

Havsbrún, sum framleiðir fiskamjøl, lýsi og laksafóður, hevði eitt úrslit frá primerum rakstri á 34 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi 2014 í mun til 15 milliónir krónur sama tíðarskeið í 2013. Havsbrún tók ímóti 193 túsund tonsum av rávøru í 2014, sum er ein øking á 33 túsund tons í mun til 2013. Bakkafrost leggur stóran dent á, at laksafóðrið hevur høgt innihald av rávøru úr havinum, sum er ein týðandi liður í góðu dygdini á føroyska laksinum, og sum kundin eftirspyr.

Samlaða nettoskuldin hjá Bakkafrost við ársenda 2014 var 233 milliónir krónur í mun til 678 milliónir krónur við ársenda 2013. Bakkafrost hevur ótroyttar kredittir á 958 milliónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrost var 60% við ársenda 2014.

Nevndin fer at skjóta upp á aðalfundinum, sum verður 11. apríl, at 6,00 krónur verða at gjalda í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 293 milliónir krónur. Føroyskur skattur av hesum væntast at verða umleið 80 milliónir krónur.


??tlit
MarknaðurinEftirspurningurin eftir laksi verður væntandi størri enn útboðið í 2015. Vøksturin av altjóða útboðnum av aldum laksi verður væntandi áleið 4% í 2015 og 2-3% í 2016 í mun til árið frammanundan. Vøksturin á útboðnum í 2014 var 9%, sum tykist at vera neyðuga vakstrarstøðið fyri, at laksamarknaðurin skal vera í javnvág. Orsøkin til avmarkaða vøksturin er, at nógvir laksaframleiðarar eru um at røkka fulla nýtslu av verandi framleiðsluorku. Lívfrøðiligar avbjóðingar eru eisini týðandi táttur at avmarka vøksturin.

Bæði teir siðbundnu og teir nýggju marknaðirnir vísa øktan eftirspurning eftir aldum laksi. ??tlitini fyri 2015 við avmarkaðari øking í útboðnum og vaksandi eftirspurningi eru góð fyri alivinnuna. Russiska innflutningsbannið av norskum laksi, sum varð sett í gildi í 2014, gav tíðaravmarkaðar avbjóðingar. Stórar nøgdir máttu flytast runt á ymiskum marknaðum, men marknaðurin tillagaði seg rímuliga skjótt til nýggju marknaðarstøðuna.


AlingBakkafrost væntar at taka umleið 49.000 ??? 51.000 tons í 2015.

Tøkumetingin er altíð tengd av ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Lívfrøðiliga støðan er sum heild góð í Føroyum. Bakkafrost arbeiðir áhaldandi við at tryggja eina burðardygga alivinnu. Bakkafrost byrjar at seta rognkelsi út á tveimum aliøkjum fyrra hálvár 2015. Hetta er ein verkætlan, sum er gjørd í samstarvi við Fiskaaling. Bakkafrost ger íløgu í nýggjan brunnbát, sum hevur møguleika fyri viðgerð av laksi við feskum vatni. Tá ið brunnbáturin eru komin til landið í summar, er ætlanin hjá Bakkafrost at byrja viðgerð av laksi við feskum vatni, bæði ímóti lús og amøbuni, sum kann vera orsøk til táknusjúkuna AGD (amoeba gill disease).

Bakkafrost er sjálvhjálpið við smolti, eftir at smoltstøðin á Norðtoftum varð tikin í nýtslu í 2014. Harumframt hevur Bakkafrost gjørt avtalu um at byggja aðrar nýggjar smoltstøðir. ??tlanin við hesari íløgu er, at Bakkafrost økir sítt smoltorkuføri munandi, soleiðis at Bakkafrost verður sjálvveitandi við smoltum, sum viga um 200-300 gramm áðrenn ársenda 2017. Fyrimunirnir við størri smoltum er styttri framleiðslutíð á sjónum og minking av lívfrøðiliga váðanum.


LiðugvøraSøluavtalur fyri liðugvøru verða gjørdar fyri eitt tíðarskeið millum seks til tólv mánaðir. Søluavtalurnar eru gjørdar við føstum prísum. Málið hjá Bakkafrost er, at umleið 40-50% av aliframleiðsluni verður selt sum liðugvøra til fastar prísir.

??tlitini fyri liðugvørur eru góð. Bakkafrost hevur longu avtalað umleið 68% av framleiðsluorkuni hjá liðugvørudeildini fyri 2015. Hetta svarar til umleið 27% av samlaðu væntaðu tøkuni fyri 2015. Restin verður væntandi selt, sum árið líður.


Laksafóður, mjøl og lýsi??tlitini fyri framleiðsluni av mjøli og lýsi eru batnað, sum tøka rávøran til framleiðsluna er økt. Kvoturnar fyri svartkjaft í Norðuratlantshavi eru øktar, og tí metir Bakkafrost, at útlitini eru góð fyri, at neyðuga rávøran til framleiðsluna av hágóðsku laksafóðri er tøk.

Mett verður, at samlaða sølan av laksafóðri verður umleið 83.000 ??? 87.000 tons í 2015. Talið er treytað av, hvussu stór sølan verður til aðrar alarar í Føroyum og uttanlanda.


ÍløgurUpprunaliga íløguætlanin hjá Bakkafrost frá juli 2013 varð dagførd í august 2014. Endamálið við íløguætlanini er at tryggja framhaldandi besta kappingarføri, lívfrøðiligan vøkstur, økja smidleikan í framleiðsluni og minka lívfrøðiliga váðan. Íløguætlanin fyri tíðarskeiðið 2013-2017 er 1.470 milliónir krónur, harav væntast íløgur fyri umleið 550 milliónir krónur í 2015.


Fíggjarliga støðan??tlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar, saman við atgongdini til altjóða fígging, gevur Bakkafrost fíggjarligu styrkina at gjøgnumføra stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder