JN

Ungur drongur spældi við eld - tí kom eldur í Bónus

...

2016-12-08 16:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kanningararbeðið hjá politinum viðvíkjandi eldsbrunanum í Bónus í Hoyvík er nú liðugt.

Kanningararbeiðið og avhoyringar í málinum hava staðfest, at eldurin var kyknaður í einum ruskílæti í fløskurúminum.

Ein ungur drongur hevur í dag viðgingið, at hann hevði spælt við eld, og í ósketni burturbeint eina svávuldós við møguligum glóðum í, í ruskílætið

Av tí at drongurin er so ungur, verður málið víðari viðgjørt av Barnaverndartænastuni.

Politiið hevur sostatt ikki fleiri viðmerkingar til málið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder