JN

Undarligt at hoyra Kaj Leo, Ingolf og onnur havast at springaradrápi

...

2018-09-13 22:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyingar hava í øldir gagnnýtt havsúgdjór, øll tey, sum teir hava havt møguleikan at fáa fatur á, men nú hevur ein rørsla tikið seg upp í Føroyum, sum hevur funnið út av, at nøkur havsúgdjór, serliga springarar, eru fittari enn onnur, ja so fitt, at tey ikki mugu drepast.

Undarligt at hoyra Kaj Leo Johannesen, Ingolf S Olsen og onnur havast at springaradrápi.

Føroyingar drepa ikki springarar til stuttleika, men fyri at fáa mat á borðið. Sjálvsagt skulu vit til eina og hvørja tíð gagnnýta alt tað tilfongi vit hava í havinum, eisini havsúgdjór.

Vit hava altíð brúk fyri øllum tí vit kunnu veiða, fugli, fiski og hvali, og harvið fáa ókeypis døgurðamat. Innløga hevur altíð havt og hevur framvegis stóran týdning.

Vit hava greiðar lógarkarmar fyri allari veiðu og eru væl skipað.

Vit veiða ikki orsaka av siðvenjuni. Siðvenjan hevur onki við málið at gera. Tað var ikki fyrrenn vit fingu skjóttgangandi bátar, at møguleiki var at reka og halda springarar til.

Tað rakar ongan útlending, hvørki í New York ella London, at vit drepa springarar í Føroyum.

Vit mugu ikki lata okkum ræða av útlendskum umhvørvisfólkum og blaðgreinum í útlendskum miðlum.

???Rokið??? um springaradrápið í Hvalvík er skapt av teimum, sum eru ímóti, at vit drepa hval. Tíanverri eru tað fleiri, sum hava latið seg lokkað.

Vit hava dripið springarar í áratíggir, og tað hevur havt líka so lítla ávirkan á okkara umdømi, sum tað, at vit hava dripið grindahval. ??tlendingar gera ongan mun á, um vit drepa springarar ella grindahval.

Lat okkum sláa kalt vatn í blóðið, og halda áfram at gagnnýta reir møguleikar vit hava at útvega ókeypis mat til føroyingar.

Jacob Vestergaard.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder