Vinna

Um 24.000 løntakarar bæði í juli og august

...

2014-11-12 20:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í august vóru 24.025 løntakarar, áleið tað sama sum í juli. Í februar 2014 vóru gott 23.800 løntakarar og hevur tað verið ein lítil javnur vøkstur síðan tá, so tað nú annan mánaðin á rað eru beint yvir 24.000 løntakarar.

 

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum


Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her


Kelda: hagstova.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder