Ítróttur

U21-landsliðið móti Írlandi úttikið

...

2013-11-05 17:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
FSF: Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham hava úttikið føroyska U21-landsliðið, sum hálvan í hesum mánaðinum skal spæla ímóti Írlandi

Fríggjadagin 15. november verður næstseinasti dystur av tídningi í hesum kappingarárinum spældur, tá føroyska U21-landsliðið skal royna seg á útivølli ímóti Írlandi.

Fyrireikingarnar til dystin ímóti Írlandi hava verið í gongd síðani føroyska landskappingini endaði, og seinastu vikuna hevur U21-hópurin vant á Tórsvølli.

U21-landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham hava verið noyddir at gjørt smávegis broytingar í hópinum síðani seinasta dyst, tá føroyska liðið tapti tepurt 3-2 fyri Týsklandi.

Millum annað er Hørður Askham ikki við hesaferð vegna leikbann, meðan nýggjur í hópinum er Gustav Sørensen, ið spælir fyri danska felagið LFA, og har afturat er Hallur Hansson aftur partur av U21-landsliðnum.

Teir 18, ið U21-landsliðsvenjararnir hava úttikið til dystin ímóti írum, eru hesir:

Teitur Gestsson, HB
Hallgrím G. Hansen, ÍF
Bárður Hansen, Víkingur
Pál Mohr Joensen, HB
Beinir Ellefsen, AB
Bogi R. Petersen, ÍF
Rógvi Joensen, TB
Ari ??. Ellingsgaard, ÍF
Gilli Sørensen, B36
Gunnar Zachariassen, EB/Streymur
Sørmundur Á. Kalsø, KÍ
Rene S. Joensen, Brøndby IF (DK)
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)
Árni Frederiksberg, NSÍ
Gustav Sørensen, LFA (DK)
Tróndur Jensen, HB
Brandur H. Olsen FC København (DK)
Hallur Hansson, AaB ??lborg (DK)

Í summar spældu Føroyar og Írland U21 EM-undankappingardyst á Svangaskarði, og hóast talan var um ein javnan dyst, so gjørdist endaliga úrslitið 4-1 til írar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder