2016-07-16 12:41

Tveir mans, báðir úr Nýsælandi, fóru í morgun til gongu í fjøllini omanfyri Norðragøtu.
Um ellivutíðina fekk løgreglan boð frá hinum manninum um, at tann, sum hann var saman við, var dottin oman.
Tlibúgvingin varð sett í verk, og tá fólk komu á staðið, var omandotni maðurin uttan vit.
Tyrlan varð boðsend, og hon flutti skadda mannin á Landssjúkrahúsið fyri løtu síðani.
Meir veit løgreglan ikki at siga um hendingina í løtuni, tað skrivar KVF.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald