JN

Tyrlan var norðanfyri Føroyar eftir einum manni

...

2018-09-06 22:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjárskvøldið fekk MRCC eina fráboðan frá einum útlendskum fiskiskipi, at ein av manningini var komin illa til skaða og hevði tørv at sleppa á sjúkrahús í skundi. 

Skipið var 220 fjórðingar norður úr Føroyum, og fekk boð um at seta kósina móti Føroyum og so skuldi tyrlan fara ímóti tí.

Men áðrenn tyrlan fór til skipið fekk hon eina aðra uppgávu, ein stór leiting var sett í verk eftir tveimum ferðafólkum norðanfyri Viðareiði, og tí mátti tyrlan útseta túrin til skipið.

Maðurin var tikin av skipinum klokkan 06:10, og var á Landssjúkrahúsinum klokkan 07:30 í morgun.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder