2018-09-07 09:37

Í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan at ein bátur hevði fingið motortrupuleikar og mist streymin suður úr Suðuroynni.
Danska verjuskipið var boðsent at fara til útróðrarbátin, men torført var at finna hann. Bjargingartyrlan var síðani boðsend at leita, útróðrarbáturin var funnin í øllum góðum. Hvidbjørnen fer nú undir at hjálpa útróðrarbátinum aftur til lands.Ein maður er umborð á bátinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald