JN

Tyrlan hevur verið eftir manni umborð á Thor

...

2016-11-29 16:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Garnaskipið Thor, sum er til fiskiskap suður úr Føroyum, sendi á middegi í dag boð eftir hjálp. Thor var tá góðar 90 fj. suður úr Føroyum. 

Bjarginartyrlan var boðsend av MRCC at fara til skipið, har ein maður var blivin illa fyri. Klokkan 14 hevði bjargingartyrlan fingið mannin umborð á tyrluni, og kós var sett til Havnar. Tyrlan lendi við manninum við Landssjúkrahúsið klokkan 14:25.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder