JN

Tyrlan hevur aftur í dag havt sjúkraflutning

...

2017-03-06 19:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 10:44 fyrrapartin fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt eitt fólk av Sandoynni, og á Landssjúkrahúsið.

MRCC Tórshavn sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum var á Sandoynni góðan hálvan tíma eftir at MRCC støðin hevði fingið boðini. 

Tyrlan tók fólkið umborð, og flutti tað á Landssjúkrahúsið, har hon lendi klokkan 11:30.

Tyrlan hevði eisini ein sjúkraflutning í gjár, les um hann her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder